Eg haldi saman hendur, Guð - 417

417
Eg haldi saman hendur, Guð,
í tøkk og bøn til tín.
Gev øllum heimsins børnum lut
í tí, sum var til mín.
 
2. Verj øll við tíni sterku hond
mót hungurs harða deyð'.
Gev børnum um øll heimsins lond,
at eingin líður neyð.
 
3. Halt kríggi, sóttum, svulti við,
o, faðir, okkum frá;
og veit tú øllum trygd og frið
í hvørji heimsins vrá.
 
Thorbjørn Egner 1948.
Steingrím Niclasen 1987.
Lag: Sl. 36.
 
 

Aftur