Fýkur stormur, dunar ódn - 423

423
Fýkur stormur, dunar ódn
yvir havið víða,
Harri, sært tú tíni børn,
hvussu sárt tey líða!
 
2. Syndin valdar víðu verð,
mong í váða kvíða,
Harri, teimum linna ber,
gev teim tol at bíða!
 
3. Og so tey, ið fjakka sær
har, ið stuðlar riða;
lær tú tey at takka tær,
gev teim mátt at biðja!
 
4. Stara mong í tóman heim,
møðast av at stríða,
Harri, ró tú gevi teim,
tol til ónt at líða!
 
H.A. Djurhuus 1914.
Lag: Sl. 77.
 
 

Aftur