Várt borðhald er at enda - 429

429
Várt borðhald er at enda
og borðum berst nú av,
at tær vit okkum venda,
ið góðar gávur gav;
á kristna fedra sið,
tær lov, o, Guð, vit syngja,
tú vildi styrkja, yngja
og metta hetta lið.
 
Týskur. Hans Thomissøn. Jóannes Patursson 1925.
Lag: sum Sl. 356.
 
 

Aftur