Tað er ein stutt, ein stokkut løta - 441

441
Tað er ein stutt, ein stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her,
sum tú algóði faðir mín
í náði leiddi heim til tín.
 
2. Hjá Guði glað tey okkum bíða,
í sælu teimum tíðin fer.
O, faðir! gev oss kraft at stríða,
til fagnarstundin komin er,
tá loyst frá lívsins neyð og sorg
vit vinna heim í tína borg.
 
3. Tá gloymd er øll vár svára møði,
tí Jesus turkar burt hvørt tár;
í endaleysu andans frøi
vit liva har í ótald ár;
tá syngja vit so glað og sæl:
Guð gjørdi alt so sera væl!
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 158.
 
 

Aftur