Sov nú, barn, í Harrans hond - 453
453
Sov nú, barn, í Harrans hond,
sløkt er ljós á hesum sinni,
brostin eru lívsins bond,
ber tó ljós í hjarta inni.
Harrans eingil fer við tær
heim í faðirs fagra garð.
2. Sov nú barn, tú vaknar brátt,
har ið lívsins blómur anga,
var enn tung tær síðsta nátt,
millum rósur skalt tú ganga.
Jesuspápi leiðir teg,
gakk tú trygt um deyðans veg.
3. Veit eg land, ið vakurt er,
vakrari enn foldin henda,
rósuleyv hvør runnur ber,
har man ævin aldri enda,
har er sløkt hvørt sorgartár,
har er lívsins rætta vár.
4. Sov tí barn í Harrans hond,
hvíl teg undir grønum flagi,
tað er vánt á hesi strond,
sótt og kuldi eiga ræði,
her er ótti, sorg og frykt,
men í Harrans hond er trygt.
H.A. Djurhuus 1924.
Lag: sum Sl. 176.