Vinir Guðs á ongum sinni - 455

455
Vinir Guðs á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð;
renna sorgartár á kinni,
hetta orð tó ugga ber.
 
2. Síggjast vit ei meir og fara
foldum frá og undir flag,
í tí stóra halga skara
møtast vit tó Harrans dag.
 
3. Um vit enn við sorg her siga
kærum vinum várt farvæl,
góðan dag vit aftur biðja,
himni á tað ljóða skal.
 
4. Renna skilnartár á kinni,
syngjandi tó boðskap ber:
Vinir Guðs á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð!
 
J. Schjørring 1866. P.J. Sigvardsen.
Lag: Sl. 363.
 
 

Aftur