O, hoyr, tann mikli Harri kallar - 459

459
O, hoyr, tann mikli Harri kallar,
so blíð er eingin onnur rødd.
Hann vil nú fevna sálir allar,
so syndasár tey verða grødd.
Um hjarta títt í myrkur fall,
sig honum tað - og hoyr Guðs kall.
 
2. Um oyðimørk og stríðar áir
hann leitar upp tann vilsta seyð;
og hóast honum fylgja fáir,
hann øllum bjarga vil úr neyð.
Hann rópar á tann farna son
og hoyrir bøn frá lágu lon.
 
3. Sum hønan trúføst veingir breiðir
og bølir ungum sínum væl,
eitt trygdgott tilrend hann tær reiðir,
har deyði tær ei náa skal.
Hann keypti teg við sínum blóð',
hav tí gott treyst, tú sál so móð!
 
4. Ja, legg teg trygt til hansar hjarta,
tí lekidóm tær Jesus vann,
og nívir loyndarneyðin svarta,
sum eingin vinur fata kann,
sig honum tað, tí hansar sár,
tey grøða alt - brátt torna tár!
 
Vilhelm Gregersen. Edm. í Garði 1951.
Lag: sum Sl. 275 a.
 
 

Aftur