Hvør vil við til himmiríkis? - 467
467
Hvør vil við til himmiríkis?
Komið, Jesus rópar nú;
komið fátækir og ríkir!
Snúgvið sál at himna bú!
Hesum heimi vendið bak,
tíðin nærkast, bið og vak!
Ei er stund at vála, reika
og í heimsins lystum leika!
2. Oyddu burt vit várar dagar,
svóvu tryggan syndablund;
verður slíkt ei sál at skaða,
ber tað ei á heljargrund?
Vendið við og leitið ráð,
bøn og bót av instu trá!
Syrgin, særd vit Jesus skoða,
søkið hann av heilum huga!
3. Jesus eina hevur slóðað
vegin heim í himna dýrd;
honum, ið ei hetta hóvar,
ei gudsótti innan býr;
øll hans vísindi og list,
øll hans stórverk - fáfongd, mist;
vilja vit heim í Guðs ríki
- verðin fyrst tá frá oss víki!
4. Kristmenn, mennist nú í megi!
Stevnið treystir fram á mál,
gangið glaðir á Guðs vegi,
lýðið hann av hug og sál!
Standið stinnir við hans lið,
størri alsk tit sýnið við;
fremjið góðsku millum manna,
elskið næsta, elskið granna!
5. Er ei stund frá fold at fara?
Ævinleikin er í nánd;
biðið, strembið, onnur vara,
rættið monnum kærleikshond;
komið stór og komið smá,
krossin leggið herðar á!
Fylgið øll, og eingin svíki,
komið øll í himmiríki!
Brorson 1734. P.J. Sigvardsen.
Lag: Sl. 163.