Frelsari, hevði ikki eg teg funnið - 468

468
Frelsari, hevði ikki eg teg funnið,
og hevði blóð títt fyri mær ei runnið,
hvar skuldi so eg armingin mær venda,
bøn mína senda?
 
2. Sælu og frið eg uttan teg ei fái,
tí hvar er hjarta fult sum títt av náði,
tú ert, o Jesus, tú Guðs lambið reina,
skjól mítt aleina.
 
Chr. Gregor. G. Bruun.
Lag: sum Sl. 107 b.
 
 

Aftur