Komið, hvør vil vísdóm læra - 472
472
Komið, hvør vil vísdóm læra,
komið her í hópatal!
Harrans vísdóm hægst at æra,
fyrst og fremst hvør læra skal.
Vísur mangur nevnast vil,
fæstu leita veg hartil;
tey, sum sannan vísdóm bera,
fjøldin sigur blind at vera.
2. Vís tey eru, sum ei meta
egið vit og virði høgt,
álit ei á kynstur seta;
verðsins vit ei skilir gløgt;
áður Guð tey virdu ei,
nú tey ganga fró hans leið,
syndir sínar gløgt tey kenna,
angurs tár av eygum renna.
3. Vís tey eru, sum seg treingja
her í Jesu armar inn,
seg í trúnni við hann heingja,
geva Guði sál og sinn';
krossur Krists við sannleiks makt
ljós um nógv lond hevur lagt;
hvør, sum vil um vísdóm spyrja,
fyrst við krossin skal hann byrja.
4. Vís tey eru, sum her biðja
heitt um anda Guðs at fá,
sum so lata hann seg styðja
altíð rætta vegnum á.
Hvør, sum andan lýðir ei,
villist burt á ranga leið,
føgur kann hans tala vera,
frelsu kann hon ikki bera.
5. Vís tey eru, sum her nýta
sær til spegil Harrans orð,
altíð fram til Jesus líta,
stíga í hans fótaspor.
Hvør, Guðs orði fylgir rætt,
lokkast ei av vegnum lætt,
Harrans orð ei nakran svíkur,
sælur hvør, ei frá tí víkur.
6. Ei Guðs mikla vit kann spennast
inn í hesa lítlu verð.
Lat tó, Harri, á mær kennast,
at títt ljós í barmi er.
Styrk meg, Faðir, styrk meg, Krist,
Halgi Andi, veit mær vist
her at fylgja tíni talu,
seinni fáa himlasælu!
J.A. Freylinghausen 1714. Brorson 1734. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 163.