Sí, meistarin hann kemur - 500

500
Sí, meistarin hann kemur,
so kærleiksfull er ferð,
við bræðsluovnin hann situr,
til silvurið reinsað er.
 
2. Hann bíðar teirri løtu,
sum honum er so kær,
tá ið mynd hann av sær sjálvum
í silvurskorpuni sær.
 
3. Sí, meistarin hann kemur,
sum bræðir sál og sinn,
við hjartamunnan hann situr
og sær í sálirnar inn.
 
4. Um hann í hjartadýpi
mynd av sær sjálvum sær,
tá frøist meistarin mikli -
hans gerningur ávøkst bar.
 
Mál 3,3. Ingemann 1841.
Steingrím Niclasen 1981.
Lag: Sl. 285 a og b.
 
 

Aftur