Frelsarin hirði mín góður er - 503

503
Frelsarin hirði mín góður er,
hjá honum eg einki sakni,
við hann fylgir í míni ferð,
tryggur eg sovi og vakni.
 
2. Hátt hann sveiggjaði veðrastav,
tá bitvargar eftir mær løgdu,
skúgvi og ravni hann bana gav,
ólívishøgg hann mær grøddi.
 
3. Vónsvikin, troyttur, eg til hann kom
eg hvíld í hans fangi kenni,
vestanskuggin av fjallatrom
svalir mær sólbrenda ennið.
 
4. Lat tey meg leggja í gravarbú
og flag yvir leiðið tekja,
við mær, hirði mín, fylgir tú,
aftur til lívs meg at vekja.
 
5. Gangi so inn gjøgnum portur gylt,
ei fjøtra meg deyðans leinkjur,
steyp av sælu á tremur fylt,
hirði mín, frelsarin, skeinkir.
 
Sálmur 23. Jóhs 10,11...
Ingemann 1840. Sigmund Danielsen.
Lag: Sl. 73.
 
 

Aftur