Ljósið rann av kærleiks runni - 516

516
Ljósið rann av kærleiks runni,
lívið spratt av kærleiks rót,
tí er fjálgt Guðs veldi funnið
og hans andi sálarbót.
Eins og Jesus okkum segði,
andi hans í minni legði,
liva vit og troystast við
lívsins vón og kærleiks frið.
 
2. Kærleikin er lívsins krúna,
kærleikin er ljósins mið,
tí er nú í lívsins búna
Jesus krýndur við Guðs lið.
Lambið ljós og lív er vorðið;
tað, sum syndir hevur borið,
situr nú við føður hond,
sendir okkum kærleiks ond.
 
3. Kærleikin er fylling lógar*
og fullkomuleikans band,**
alt hann ger, sum Guði hóvar,
skapar lív og ljós um land.
Har sum kærleiks andi ræður,
finnur frið í hjarta maður,
verður eitt við syni hans,
sum er Guð og faðir mans.
 
* Róm 13,10. ** Kol 3,14
 
Grundtvig 1833. G. Bruun.
Lag: Sl. 212.
 
 

Aftur