So skammar á fold eru stundir - 524

524
So skammar á fold eru stundir,
hví skulu vit tá skilja sundur
og birta upp øvundar loga,
sum út spillir verk várt og huga?
 
2. Hví goyma vit glaðast tað illa,
sum granna vár' mest er at spilla,
hví liggur oss lættast for huga
at leggja hans lýti til skoða?
 
3. Hví seta vit hart móti hørðum
og halda í hernað mót øðrum,
hví mennir seg maður at brótast,
so mein skal av meini víst njótast?
 
4. So skammar á fold eru stundir,
títt svíður tó heimurin undir,
at øvundin mest hevur veldi
og øsir við eitrandi eldi.
 
5. So skammar á fold eru stundir,
so stokkutur veraldar fundur;
um hatrið var hóttað av vegi,
tá halgaði Guð vára gleði.
 
6. Varð dimmið úr hjartanum rikið,
tá dvínaði vreiði vár mikið,
tá flýddi tað flagd, okkum østi,
og friðurin vitjaði bróstið.
 
7. Sum Jesus frá krossinum sigur,
sín faðir so sømliga biður,
at hann vildi frelsa og náða
teir menn, honum vóru at bága.
 
8. Og søkir mín Kristus um sømdir
for meg, sum av syndum var dømdur,
má eg tá ei royna mítt megi
at mennast á miskunnar vegi.
 
9. Tá signa skal Guð mínum starvi,
tá eri eg sælasti arvi,
mær lívið og levnað hann gevur
ta lukku, sum ljós hans um bregður.
 
10. Fyrst Guðs ást hjá mær finnist aftur,
tá fellur mær vegurin lættur,
mær sjálvum og so mínum granna
til sælasta lívið at sanna.
 
Jóannes Patursson 1896.
Lag: Sl. 294.
 
 

Aftur