Hitt gamla ár er runnið - 528

528
Hitt gamla ár er runnið,
brátt klokkan midnátt slær.
Algóði Guð oss unni
eitt annað ár í tær.
 
2. Eitt annað ár í náðum
at hvíla við títt bróst,
eitt ár við tínum gávum,
sum ger oss lívið ljóst.
 
3. Eitt annað ár við frøi
í halgum kristnum sið,
eitt ár við kraft og grøði
í tínum kirkjulið.
 
4. Eitt annað ár at prísa
tær, himlafaðir mín,
eitt ár í gerð at vísa,
vit lýða vilja tín.
 
5. Eitt annað ár við styrki
at sigra Sátans list,
eitt ár við ídnum yrki
at bera boð um Krist.
 
6. Eitt annað ár í blídni
at fremja, hvat Guð vil,
eitt ár við trúgv og lýdni
og kærleika hartil.
 
7. Tá míni ár her enda,
o, faðir, lat meg tá
í tínum himli lenda
og ævigt summar fá.
 
Frances R. Havergal. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 149.
 
 

Aftur