Í Jesu navni byrjum vær - 533
533
Í Jesu navni byrjum vær
fulltreyst nú árið nýggja!
Vár Guð, tú ert oss altíð nær,
nógv hægri enn til skýggja
títt veldi røkkur vist.
O, gávumildi Krist,
tín miskunn ovurstór
í árinum, sum fór,
ríkt mundi til oss síggja.
2. Vár Guð, tú vilt enn sum í fjør
títt halga orð út sáa;
hjálp, at tað kvæmt í hjørtum grør
til fagra frukt at náa.
Styrk, faðir, okkum so,
vit lýða tíni boð;
um freisting herjar á,
vælsigna okkum svá,
vit fullan sigur fáa.
3. So mangt eitt sár várt hjarta bar
av synd og sekt útrivið,
tín mikla náði óspard var,
alt er mær fyrigivið.
So stillist sorg og tár!
Guðs miskunn enn í ár
er sama sum í fjør
og fevnir alla jørð,
í henni trygt eg livi.
4. Í Jesu navni, Harri vár,
av hjarta vit teg biðja
várt land, várt fólk, várt heim í ár
at stimbra, styrkja, styðja;
gev frið og dagligt breyð,
gev troyst í sorg og neyð,
gev trúnni kraft og mátt,
hjálp, at vit dag og nátt
mót lívsins landi miða.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 354.