Nú livnar lív í lundum - 538
538
Nú livnar lív í lundum,
nú sprettur strá í líð,
tað ber mót ljósum stundum,
tí sælu summartíð.
2. Tað eru fagrar stundir,
tá várið nemur jørð,
og aftur sum eitt undur
nýtt lív av deyðum grør.
3. Guðs kirkja lýsa skuldi
sum borg á høgum stað,
so dvína mátti kuldi,
og sál varð himmalglað.
4. Guðs orð væl altíð lýsir,
tann sól ei niður fer.
Tað hús, sum andan hýsir,
í ljós' og friði er.
5. Men stundum kom tó kuldi
um Harrans kirkjumørk.
Tað var, sum Guð seg huldi,
og burtur var Guðs ørk.
6. Tað var teir myrku dagar,
sum treyt Guðs orði megn.
Og hjartað stirðnað klagar,
tað saknar sól og regn.
7. So sendi Guð sín anda
sum døgg á turra jørð.
Tá kom nýtt lív til landa,
so sádda orðið grør.
8. Tá eru sælar tíðir
á Kristi kirkjugrund.
Tá grønkast yvir líðir,
tá livnar lív í lund.
9. Tá ljósnar yvir landið
av tindi heilt í fjørð.
Tá losnar tungubandið
hjá fólki Guðs á jørð.
10. Tá skínur yvir strendur
sum sól eitt summarkvøld.
Guðs altareldur stendur,
har ættin fyrr var køld.
11. Tú vár, tú ljósar dagar
við lív og longsli ber.
Tú spáar: Guð oss lagar
ríkt vár, har sæla er.
12. Tá vit við vígdum tungum
hjá kærleikskeldu klár'
og røddum, ævigt ungum,
hálova Harra vár'.
Elias Blix 1875. Edm. í Garði 1957.
Lag: Sl. 246.