Nú rennur sólin fríð - 550

550
Nú rennur sólin fríð
úr Eysturlondum,
umgyllir fjall og líð
at fjørustrondum,
ver glað, mín sál, og hevja ljóm av vøllum,
stíg upp frá jarðarbú,
bregð tær við tøkk og trú
mót himnahøllum.
 
2. Ótøld sum sandskorn smá
og heimsins sáðið,
sum havsins dýpi blá
er Harrans náði,
við henni hvønn dag sál hann yvir hellir,
hvønn morgun mær í skál
ein náði uttan mál
ríkt oman vellir.
 
3. Hann hesa náttarstund
við einglaskara
mær gyrdi garð og grund
at fyri varða,
at einki mær og mínum varð at bága,
men frælsur eri eg
frá deyðans dapra veg
og sálarváða.
 
4. Mín sál, ver frísk og glað,
lat sorg burt fara,
tíns likams blómublað
vil Guð tær varða;
hann vil í dag mær geva kraft og styrki,
at eg mín Guð í gerð,
hvar enn meg leiðin ber,
av hjarta dyrki.
 
5. Bert synd í dag ei sál
so blinda ger mær,
at tokki Guðs og mál
úr huga fer mær!
Meg signi, Drottin Guð, úr himni høga,
at eg kann dag og tíð
í tær og verki í
meg fullvæl frøa.
 
6. Tú best mær tørv og trongd,
o, Drottin, kennir,
hartil øll lívsins gongd
frá tær upp rennur,
og hvat mær gagnar best í lut at fáa,
frá fyrndini tú sá,
mín sál, hvat bilar tá?
Lat Guð bert ráða!
 
Kingo 1674. Chr. Matras 1939.
Lag: Sl. 247.
 
 

Aftur