Á morgni árla vit Guði lova - 556

556
Á morgni árla vit Guði lova,
sum lærdi okkum so trygt at sova
í Jesu navni um náttartíð
sum børn á armi hjá móður blíð'.
 
2. Á morgni sólin í líðum hongur;
og til sítt arbeiði maður gongur;
sum fuglur vítt yvir landið fer,
mín morgunsongur úr hjarta ber.
 
3. Á morgni árla av gulli lýsir,
og hugin gleðini inni hýsir;
er sælur dagur, um tárið rann,
tá til Guðs æru tú livdi hann.
 
4. So gangi hvør til sítt egna yrki,
og byggi hvør so Guðs hús og kirkju;
tá fært tú eydnu og huga til
at gera gagn, rætt sum Guð tað vil.
 
Norskur. A.C. Evensen.
Lag: Sl. 19.
 
 

Aftur