Dagur seinkar, setur sól - 564
564
Dagur seinkar, setur sól,
kylir á um tind og hól,
tekur nú at skýma brátt,
kemur so hin myrka nátt.
2. Tíðin titar, skeið er skamt,
glasið rennur javnt og samt,
deyðin eltir okkar ferð,
ævinleikin fyri er.
3. Kæra sál, væl minnist tú,
og tað mást tú sanna nú,
at teg sum eitt Ádams barn
ofta heftir syndagarn.
4. Hesum degi slapst ei frá,
uttan mangan tær barst á;
reis teg og við bønan far
til Guð, sum alt veit og sær!
5. Søk í Harrans Jesu navn
til hans opna náðifavn;
kalla á hann, til sum svar
signing hann man geva tær.
6. Nú eg eldist enn ein dag,
tað er sum eitt minnisblað,
at nú nærri øll mín ferð
komin gravarbakka er.
7. Fýra fjalir er tað híð,
sum eg verði lagdur í,
lak so breiða tey á meg,
ei eitt pu tá eigi eg.
8. Alt forgongur her á fold,
meg til dýrdar upp úr mold
kalla Guðs básúnuljóð,
tá er ævig gleðin góð.
Dorothea Engelbretsdatter 1685. J. Dahl 1931.
Lag: Sl. 28.