Vár Guð, sum lívgar fjøll og fjørð - 589
589
Vár Guð, sum lívgar fjøll og fjørð,
o, verj tú vára ættarjørð,
ver skjøldur vár í frið og stríð,
í sorgum sum í fagnartíð.
2. Her er tað, okkum hugnar best,
her er tað alt, vit elska mest,
ei nakað land í víðu verð
er okkum tað, sum hetta er.
3. Ja, her var vára fedra búgv
og teirra virki, strev og trúgv,
vit fingu bústað her frá teim
og sama lív og lut og heim.
4. Og vári børn, tey skulu tá
her somu gøtum ganga á
og hava tað, vit høvdu her
við bøn til hans, sum bestur er.
5. Verj, faðir, tú várt ættarland
av fjalli ytst á fjørusand,
tín miskunn okkum lívi væl,
sum morgundøggin lívgar dal.
6. Og varðveiti tín signing góð
øll tey, sum elska land og tjóð,
men oyð og forða øllum tí,
sum veldur vantrúgv, hat og stríð.
7. Lat fólk várt altíð vera títt
og fjølgast væl og semjast blítt
í kærleika og kristnum sið,
lat anda tín teim vera við.
8. Og lyft tað upp úr myrkri frítt,
sum blomstrið spreingir hylki sítt,
og gev, at alt, sum tíðin fer,
tað stimbrast, styrkt av ljósi her.
9. Tað ljósið er títt halga orð,
sum leiðir okkum í títt spor,
gev, at tað her ei vikna má
og aldri okkum víkja frá.
J.L. Runeberg 1857. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 355 a og b.