Ljósið rann, sum lívgar gleði - 591

591
Ljósið rann, sum lívgar gleði,
ljós, ið vann í myrkri megi,
ljós, sum vert er lov og prís.
Kirkjuliðið fylkist fegið,
Guði ber á hesum degi
lovsong fyri paradís.
 
2. Kristi vitni, sum teir týndu,
Guð í náði síni krýndi
hátt í teirri hvítu fjøld,
sum ei fyri skemri gleimi
vrakaðu á foldum heimið,
sum skal standa alla øld.
 
3. Fagnarfríði vitniherur,
sum í deyða frelstur verður
undir krossi, sum hann fekk.
Kristi kirkja, tú, vár móðir,
gleð teg, tí at drottur góður,
Krist, á odda sjálvur gekk.
 
4. Meðan vegurin var trongur,
Ólavur, hin halgi kongur,
stundaði á himna búgv;
Krist hans hjarta hevði tikið,
og av landi fekk hann rikið
skornar gudar, heidna trúgv.
 
5. Gudleyst fólk gav honum bana,
men tað kundi aldri ræna
verkið, sum hann hevði bygt;
Kristi kærleiksandi brendi,
og Guðs fólk um landið kendi
kristnan rætt og lívd og trygd.
 
6. Harra Krist, vár vernd og verja,
enn vil verðin á oss herja,
enn er tíðin treisk og vánd,
ver við oss á trongum vegi,
goym oss væl við tíni megi,
varðveit oss við tíni hond.
 
Latínskur. Bernt Støylen. G. Bruun.
Lag: sum Sl. 331.
 
 

Aftur