Upp, tað lýsir nú av degi - 606
606
Upp, tað lýsir nú av degi,
Sum ger mannakuynið fegið,
Upp, tí Harrans náðiár
Ber í heim hitt fjálga vár,
Sum Guðs fólk í fornum árum
Búiðaði við lonsilstárum,.
Halleluja!
2. Forðum mongum tignarmonnum,
fedrum og profetum sonnum
longdist sáran á hans fund,
men teir sóu ei ta stund,
tá hann frelsuverkið fremur,
nú at okkum blíð hon kemur.
Halleluja!
3. Lyftið, Guð gav Ábrahami,
kirkjuliðsins lív og frami,
Jákups krúna, lyst og sól,
manna skjøldur, troyst og skjól,
hann fór higar inn umsíðir,
asnan spakuliga ríður.
Halleluja!
4. Lívsins ljós er yvir tindum,
náðin er ei loynd í myndum:
droyrablót* og offurgerð,
Jesus bót um ævir ber,
lógarørkin hvarv úr londum,
náði Guðs er fyri hondum.
Halleluja!
5. Móses legði stav sín niður;
frælsisandin, Kristi friður,
køvdu trælaóttan av,
hirðin hevur verndarstav,
nú vit fegnast við hans yndi,
Syngja lov við barnalyndi.
Halleluja!
6. Nú er tjaldið slitið sundur,
hvørt man fara á Guðs fundir,
standa fyri ásjón hans,
brúgv er millum Guðs og mans,
Jesus heimsins ljós er gjørdur,
maður út úr nátt er førdur.
Halleluja!
7. Far tí, Sion, út við songi,
fagna skalt tú tínum kongi,
munn og hjarta honum bjóð,
hans er ríkið, tú hans tjóð,
brúður ert tú, lat teg leiða,
hann aleina skal teg eiga.
Hallelulja!
*Blóðoffurgerð