Hoyr, Guðs einglar syngja hátt - 611
611
Hoyr, Guðs einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrott´
Frið á jørð, Guðs miskunn blíð,
syndarin nú lut fær í.
Hvør ein tjóð til reiðar ver,
sigursong við einglum ber!
Syng tað út til hjarta møtt:
Oss eitt lítið barn er føtt!
Hoyr, Guðs einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrott´.
2. Hægstu himnar heiðra hann,
ljós av ljósi nevnast kann,
vegur hans at foldum bar,
fátærk móðir hansar var.
Klætt í hold meg Guð nú sær.
Jesunavnið signing fær,
at tú hetta klæddi væl,
Jesus, vár Immanuel!
Hoyr, Guðs einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrott´
3. Prís tær og tín tignarstól,
prís tær bjarta rættferðsól
lív og ljós tú við tær ber,
heilsubót til heimin her.
Milt tú gisti moy og mann
føddist og so deyðan vann,
so hin arma ádamsætt
ognast skal til barnarætt.
Hoyr, Guðs einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrotti.