Trúgvandi sálir, leitið allar hagar - 613

613
Trúgvandi sálir, leitið allar hagar
komið við gleði til Betlehems!
Einglanna kongur hann er her til staðar.
:,: Kom, latið oss tilbiðja:,:
Kom, latið oss tilbiðja Jesus vár´ Guð!


2. Seyðamenn brátt frá fylgi mundu fara
lýða so glaðir á einglaboð;
latum oss hittast í tí halga skara!
:,: Kom, latið oss tilbiðja:,:
Kom, latið oss tilbiðja Jesus vár´ Guð!


3. Faðirsins avmynd barnið her vit finna.
Jomfrúin føddi tað jólanátt;
alveldis drott nú reivar reina kvinna.
:,: Kom, latið oss tilbiðja:,:
Kom, latið oss tilbiðja Jesus vár´ Guð!


4. Syndara sálum frelsu fult at reiða
kom hann her niður til armóðsbú;
latum Jesus alt várt hjarta eiga.
:,: O, kom, lat oss tilbiðja:,:
O, kom, lat oss tilbiðja Jesus vár´ Guð!

Aftur