Í krubbu barnið Jesus lá - 615
615
Í krubbu barnið Jesus lá,
tó himnaborg hann átti,
hans koddi her var hoyggj og strá,
og skýmligt var í smáttu;
men stjørnan yvir fjósið skein,
og neytið mynti barnsins bein.
Halleluja, halleluja, barn Jesus.
2. Hvør syrgin sál ver frísk og glað
og gloym nú tungan trega;
eitt barn er føtt í Dávids stað,
øll hjørtu kann tað gleða;
til barnið vit nú fara inn
og gerast børn í sál og sinn.
Halleluja, halleluja, barn Jesus.