Hoyr ta bøn, vit biðja nú - 627

627
Hoyr ta bøn, vit biðja nú,
egni sonur Guðs ert tú,
hoyr oss hetta halgikvøld.
Goldin eru syndagjøld,
rennur páskamorgunløta,
glað vit Mestaranum møta.


2. Kristni. Statt nú upp, ver glað.
Far nú inn í Sions stað.
Lovið Harranum so fró,
tí hann doyði og upp stóð.
Doyði fyri tað, vit gjørdu
og reis upp. Til lívs oss førdi.


3. Latum okkum einaferð
royna røttu takkargerð.
Boyggja knø í Jesu navn,
sum sleit sundur deyðans favn,
bøtti synd við droyra reyðum
reis við náðini av deyðum.


4. Haldið høgt, Guðs vinalag,
Harrans stóra hvíludag.
Hvíld er eftir storm og stríð,
bjargað eru vit og frí.
Ævigt lív hann okkum gevur,
hann , sum sigur vunnið hevur.


5. Kristus. Tøkk nú ljóða skal.
Heiður veri tær so væl.
Tú á krossinum í gjár
grøddi syndasekt og sár.
Tá tú rísur upp í morgin
verður sløkt øll deyðasorgin.


 

Aftur