Hann er upprisin, halleljua - 631

631
Hann er upprisin, halleljua.
Lov berið honum, halleluja.
Frelsarin Jesus leinkjurnar sleit,
reis upp, og gravarlokið hann breyt.


Lovprísið honum sum frelsara her,
honum, sum syndarum lívið nú ber.
Halleluja, nú fríur tú ert.
Halleluja, vár Jesus er her.


2. Í deyðans myrkri fangi hann var,
so reis hann upp og sigrurin bar.
Ígjøgnum gravarmyrkrið hann gekk,
Frelsu og frið hvør syndari fekk.


3. Eingilin segði: Ótta ei ber,
hann, ið tú søkir, er ikki her,
sí, har er staðurin, ið hann lá,
hann er upprisin, segði hann tá.


4. Farið og sigið: Grøvin er tóm.
Lívið hann vann og gav okkum vón.
Alt fyri okkum, vit fáa grið,
okkum hann gevur frelsu og frið.


Lovprísið honum sum frelsara her,
honum, sum syndarum lívið nú ber.
Halleluja, nú fríur tú ert.
Halleluja, vár Jesus er her.

Aftur