Harrin úr svøvni leyp upp so brátt - 632
632
Harrin úr svøvni leyp upp so brátt,
hoyrir tú, helvit’, vit syngja hátt:
Kristus reis upp frá teim deyðu!
Upp reis nú Guð, og hans fíggindar spjaðast,
brátt teir sum voks millum gløðurnar bræðast.
Kristus reis upp frá teim deyðu!
2. Hesin er dagurin, Guð hevur gjørt,
lovsyngið honum, hans verk er stórt!
Kristus reis upp frá teim deyðu!
Kirkjurnar hálova honum við veldi,
drekka við gleði úr Ísraels keldu,
keldan til lívs frá teim deyðu.
3. Dansið og syngið, gev’ Harranum prís
– dýrdmikla drotti, tí frelsan er vís –
Kristus reis upp frá teim deyðu!
Komið nú heidningar, kennið hans megi,
sælunnarvegin á nátt sum á degi,
Jesus reis upp frá teim deyðu!
4. Deyðmerktur maður og deyðbundin tjóð
frøddus á fold um hitt himmalska ljóð:
Krisus reis upp frá teim deyðu!
Við sínum deyð´, vann á deyðanum sigur,
tann, sum á náðina lítur og biður,
reisir hann upp frá teim deyðu.