Tú, sum út fert frá Guðs ásjón og ert - 634

634
Tú, sum út fert frá Guðs ásjón og ert
hansara heilagi andi!
Mannkynið alt burt Guðs son hevur valt
bundið í ólýdnisbandið;
ver tú av náði okkum hjá!
Náttin er skýmlig og streingir á.


2. Tungur sum bál og blítt prædikumál
gev teim, tú salvar og sendir!
Sælunnar orð í ápostlanna spor
gangi, hvar enn tú tær vendir;
At eingin mannafótur steig
blettin, har rødd tess hon hoyrdist ei!


3. Tíðindi góð liggi í teirra slóð,
blóma lat mold, har tey stíga!
Styrki og treyst veiti málleysum reyst,
troyst finni øll tey, ið líða!
Boðað í blíðum Guðs orðið fær
miskunn at birtast í barmi tær.


4. Skín yvir hól sum ein morgun við sól,
morgun, tá vindarnir loga!
Ljúvliga vald fái dølskni í hald,
so sum Guðs náði vit gáa!
Tónarnir djúpu hvønn dag, hvørt kvøld,
nemi sjálv hjørtuni hørð og køld!


5. Hvítsunnu skírn til Guðs ævigu dýrd
fólkasløg øll endurføði!
songin um hann, sum oss frelsuna vann,
syngið við fragd og frøði!
Lívstræið spratt upp av krossins rót!
Drottin bar heiminum sálarbót!


 

Aftur