Tað fagrasta, sum foldin ber - 638
638
Tað fagrasta, sum foldin ber,
er Jesu Kristi ríki,
tess dýrd so mæt og mikil er,
at har finst eingin líki.
2. Ósjónligt, tó sum sinn og sál,
men kennist væl á lyndi,
tað sæst um allan heimsins hvál
sum borg á fjallatindi.
3. Tess gáta er eitt guddómsorð,
sum skapar, tá tað talar,
sum fer um fjøll og bláa skor,
og fyllir sund og dalar.
4. Við tí er Jesu dópsvatn vígt,
vælsignað altarborðið,
so har úr rennur lívsmót ríkt,
og her til kveiking vorðið.
5. Tað orðið góðar treytir læt
til barnakappar lágar,
so feigdarhøgg´ teir læa at
og gloyma gravir gráar.
6. Við tí er skapað vatn til vín
og reyn á fríðum fløtum,
við tí er skapað ljós og lív
á heimsins myrku gøtum.
7. Lat hvæsa hvørt eitt ormaslag,
at ríkið fell í støðið,
Guð krýnir tó tess ár og dag
við gróðrarmagn og grøði.
8. Tess dýrd reis upp sum aks í ong,
sum viðarlund um várið,
ja, glæsiligt við fuglasong
sum brandar sól úr báru.
9. Ta dýrd tann mikli kongur ber,
sum bert læt deyðan vinna,
so hann á lísins sigursferð
moldrunnar kunnu finna.
10. Ja, tá tú hann á himni sær,
er stríðslok kristna manna,
hvat trúgvandi ein gáta var,
tey sælu skulu sanna.
11. Tá kemur Harrans sólarár
við ljósi og við megi
eitt ævinleikans fagnarár
við rætti, friði, gleði.