Eitt himmiríki kenni eg - 639

639
Eitt himmiríki kenni eg,
tú manst tað fullvæl finna,
tá trúgv og dópur ugga teg
í hjarta innast inni.


2. Í minstu smáttu hølist tað,
í høgum høllum fínum,
har Harrans børn hvønn halgidag
lovprísa Faðir sínum.


3. Har hoyra vit Guðs egna lag,
so ljódliga hann mælir;
sum lotið lýtt ein summardag
so orðið okkum svalir.


4. Tí Jesus sjálvur fegin man
við okkum saman vera.
Guðs barnaflokkur kennir hann,
vil honum heiður bera.


5. Vit koma tí so hugagóð,
har trúgvin verður boðað;
vit Jesus Krist, hans dýra blóð,
við trúar eygum skoða.


6. Eitt himmiríki Jesus nú
man sínum vinum gera,
til vit í høga himnabú
hjá honum skulu vera.


 

Aftur