Kristus, ið reisti títt ríki á jørð - 640
640
Kristus, ið reisti títt ríki á jørð,
ríkið sum ævigt skal standa,
lýs tú og lívga, so akur tín grør,
leið oss í Heilagum anda.
Halga vár´ vilja at tæna tær,
vitna um teg, meðan sólin sær.
2. Tendra tú kærleikans loga í sál
alra, sum miskunn tín sendir,
styrk tey at flyta títt fagnaðarmál,
falsleyst hvørt víkur vendir.
Í tínum fylgi er luftin lýggj,
hugurin bjartur og tungan nýggj.
3. Tú hevur ofrað og fyri oss strítt,
fátækt tín ríkað oss hevur.
Anda tín halga tín halga, ið alt skapar nýtt,
markleyst tú sendir og gevur.
Opna tú hjørtu, styrk vára trú,
ævigi frelsari, bønhoyr tú.
4. Lat okkum fylgja tær foldarveg tín,
frið tín og kærleik oss styrkja.
Ævig er vónin, sum yvir oss skín,
ævig tín heilaga kirkja,
fagur er skarin, ið undan fer,
fedra og vitna, sum góvust her.
5. Ver tú, Guð faðir, í verki við oss,
vek okkum, Heilagi andi.
Lat tú, Guðs sonur, tín signaða kross
sigra í myrkursins landi.
Vermi tín kærleiki frystan svørð,
kom tú og tak tær alt vald á jørð.