Guð talar av himni, og sæl er tann tjóð - 641

641
Guð talar av himni, og sæl er tann tjóð,
sum hoyrir tað.
Hon nemur í heiminum himnanna ljóð:
Halleluja!
So einglanna herfjøldir undrast á,
at tunga í verøld gat sungið svá.
Tá hjartað í deydningadali
frá andanum halga fær mæli.


2. Og sæl er tann tjóð, sum fekk Jesus til drott,
Mariu son,
sum samsystkin situr alt fólkið um sátt
undir kirkjulon,
Guðs orð fram úr hjørtunum verður flutt,
hin vegliga vónin, at nátt er stutt,
so kemur Várharra við megi,
so lýsir av ævinnar degi.


 

Aftur