Vit fyri alt hitt halga, kristna lið - 643

643
Vit fyri alt hitt halga, kristna lið,
sum gjøgnum stríðið hevur vunnið frið,
tær lova Guð við halgum kristnum sið:
Halleluja, halleluja!


2. Tú teirra fasta borg í heimi var,
tín rødd í stríðnum fram á veg tey bar,
títt ljós ígjøgnum tokutámið skar.
Halleluja, halleluja!


3. Gev okkum mátt at stríða sama stríð,
sum halga liðið títt í farnu tíð,
til tað bar sigurskrans í himnabý!
Halleluja, halleluja!


4. O halga kirkjulið av somu rót!
Títt ljós tað lýsi fyri okkar fót:
vit draga allir í oss andans mót.
Halleluja, halleluja!


5. Er sinnið troytt og kennir ikki ró,
hoyr, úr tí fjara duna sigursljóð!
Við treysti ganga vit tí pílgrímsslóð.
Halleluja, halleluja!


 

Aftur