Nú lætti mjørkatám um stíggj - 646
646
Nú lætti mjørkatám um stíggj,
og reka burtur náttarskýggj.
Um breiða tún og tronga smog
ber kirkjuklokkan messuboð.
2. Tá alt til jarðar bendi seg
í sorg og neyð, tað hendi seg,
úr heljartoku sólin rann,
og deyðin sá sín yvirmann.
3. Men henda bjarta sólin var
Guðs lamb, sum heimsins syndir bar
úr Jorsalsborg á krossins træ
og reis úr deyða sunnudag.
4. Tí ringir út um tún og bø,
tí ljóðar upp um fjallarøð
eitt ljósins drag úr andans verð,
sum sælu ber á hesi sker.