Leið okkum, Harri, í títt hús - 648

648
Leið okkum, Harri, í títt hús
so at vit koma glað og fús
og leggja strevið niður.
Ger sinnið opið, so títt orð
í okkum finnur gródrajørð
í hjørtum búnast friður


2. Tú kemur, og vit biðja tí:
Lat alt, sum hendir kirkju í,
til styrki okkum verða.
Títt lív er várt, vár deyði tín.
Tú niður higar til oss trín,
vilt allar plágur bera.


3. Vit koma saman øðrum við
Og biðja øll um heimsins frið
til tín, sum fegin gevur.
Guð, tak tú okkum at tær inn,
gev, at tín fløva hvør í sinn
til yrkadagin hevur.


 

Aftur