Fylt av gleðini um lívsins undur - 651

651
Fylt av gleðini um lívsins undur
við nýborna barninum á ørmum
:,: koma vit til tín, sum skapti lívið. :,:


2. Fylt av bivan fyri duldum døgum
leggja barnið vit í hendur tínar.
:,: Trygg vit líta fast á dópsins gávu. :,:


3. Fylt av undran eru vit í nánd tær,
tú, sum heldur heiminum í hondum,
:,: signar børn og tekur móti øllum. :,:


4. Tú í kærleiksvilja tínum hevur
føtt av nýggjum menniskju í Kristi
:,: til í áliti og trúgv at liva. :,:


5. Og við tíðarlok várt liva støðugt
tíni lyftisorð við skírnarfuntin.
:,: Brennur dópsins ljós, tá lívið sloknar. :,:


6. Størstu gávu, orð ei kunnu mæla,
gavst tú okkum dópsins stund ta sælu.
:,: Harri, veit tí okkum trúgv og gleði. :,:


 

Aftur