Sov barn, sov søtan - 652

652
Sov barn, sov søtan,
nú friðsæl er løtan!
Sov tryggan ein blund
sum fuglur í lund,
sum blómurnar blunda á eingjum!
Guð faðir í dag
hann einglarnar bað
at sita hjá børnum í seingjum.


2. Guðs fingrar teir fingu
á andlit og bringu
við Guðs sonar reyst
tær krossmerkið fest,
tí kann eingin devul teg skaða.
Í dópinum nú
við Guðs barna trú
kann hjartað og sálin sær baða.


3. Sov søtt, mín skattur!
lat eyguni aftur
og njóra tað navn
við náði í favn,
sum sálarbót givið er monnum!
Sig: Jesus er mær
sum sólin, ið sær,
mín Jesus, mítt lívsljós av sonnum!


 

Aftur