Í eygunum er gleði - 653

653
Í eygunum er gleði
í hjartanum er vón.
Á hesum stóra degi
tað er konfirmatión.
Vælkomin øll, sum vilja
við okkum í Guðs hús.
Her lýsa ljós og lilja,
her hoyrist urgubrús.


2. Guðs himmal kennist háur,
nú sprettur lívsin vár.
Takk fyri lívsins gávur,
takk fyri ungdóms ár.
Um eingin enn kann siga
alt stórt, sum lívið ber,
til Guðs vit vilja biðja,
hann her hjá okkum er.


3. Vit koma til tín, Harri,
og kalla á títt navn.
Tá ið vit vóru smærri,
tú okkum tókst í favn.
So klárur rann tann løkur,
so heilagt var títt orð,
tann trúgvin er so vøkur,
hjá tær fekk barnakor.


4. Várt navn nú stendur skrivað
í tíni sterku hond,
og trygg vit kunnu liva
hjá tær í tíni nánd.
Takk fyri løtur glaðar,
til tín vit siga ja,
fylg okkum allar dagar,
og signa henda dag.


 

Aftur