O, um eg hevði túsund tungur - 5

5
O, um eg hevði túsund tungur
og heimsins besta ljómalag,
tá mundi sál mín sløkt sín hungur
og lovað Guði hvønn ein dag,
útbúgvið sær eitt paradís
og mettað seg við Harrans prís.

2. O, ljómi, allar grønar lundir,
nú kvøði lovsong, hvørt eitt blað,
og syngi Guði dagsins stundir
við mær eitt samfelt gleðilag.
Tit blómur, nígið djúpt við spekt
við mær at heiðra Harrans mekt.

3. O, komi her, hvørt kykt á foldum,
sum anda dregur sær í bróst,
lat' losna takkarljóð úr holdum,
og læni mær hvørt sína reyst,
at eg kann prísa Harrans náð,
sum meg umgirðir foldum á.

4. Eg havi mína lívsins daga
sæð mong og máttug tekin á,
at Guð við bæði ást og aga
meg hevur ført at fjakka svá,
at altíð hond hans til mín rakk,
tá sálin djúpst í díkið sakk.

5. Tit, heimsins sorg og gleðin bjarta,
ei skulu longur tøla meg,
til himna hevjar seg mítt hjarta
frá tykkum burt á Harrans veg,
hálovaður so veri tú,
trúfasti Guð í himnabú.

6. Um góðsku tína sál mín kvøði
til lívsins síðsta andadrátt,
ja, tá mín tunga lamd av møði
í munni mínum tagnar brátt,
og einki ljóð er barmi í,
tá stígi míni suff mót ský.

7. Tann tøkk er veik, eg her kann bjóða,
forsmá tó ikki barnið títt,
á himni skal hon betur ljóða,
tá einglalagið verður mítt.
Í høga kóri syngi tá
eg ævinligt halleluja.

J. Mentzer 1704. Brorson 1742.
Rasmus Rasmussen.
Lag: Sl. 275 a og b.
Aftur