Sáðkorn, sum doyr í moldum - 655

655
Sáðkorn, sum doyr í moldum,
verður til búgvið aks.
Drúvur, sum kroystast í fargi,
verða til besta vín.
Guð, gev tú trúnna av nýggjum:
trúgv gjøgnum myrkrið svarta,
lív gjøgnum nátt og deyð.


2. Vit vóru doypt til Kristus,
doypt til hans deyð’ og grøv,
eiga øll uppreisnarlyfti:
lovsong og ævigt lív.
Himmalskur lovsongur byrjar
her, sum tú sjálvur ert nær
ígjøgnum nátt og deyð.


3. Sáðkorn, sum doyr í moldum,
eigur av nýggjum lív.
Kristus! Í borðhaldi tínum
gevur tú lívsins breyð.
Tær nú takka og lova!
Ævigi lovsongur manna
stígur frá nátt og deyð!


 

Aftur