Tora vit at líta á - 659

659
Tora vit at líta á,
at tú fyri gravarmunna,
inn í deyðans dreym og bráð,
har alt lív er yvirvunnið,
rópaði at stilla sút:
Lázarus kom higar út!
Jesus lívins harri?


2. Tora vit at líta á
tína rødd, tá deyðin ræður –
har í grøv tú sjálvur lá,
soraður var mandlustavur* –
sleitst tú deyðans bond av tær
triðja dag, sum boðað var.
Jesus lívsins harri?


3. Tori eg at líta á
tíni orð um lívsins sigur,
tá eg hiðan fara má,
og meg deyðin bindur niður –
at tín rødd so sigursæl
meg úr deyða vekja skal.
Jesus lívsins harri?


4. Deyðin er um allan veg;
har hann dvølist, har eg endi.
Deyðans niðu síggi eg,
hvagar eg mær so enn vendi –
men í orðinum títt ljós
skyggir bjart á lívsins kós.
Jesus lívsins harri.


5. Ja, eg tori líta á
tíni orð, um ivi nívir.
Tú ert bjarging mín og trá,
tú ert uppreisnin og lívið.
Ræður deyðin heilt í mær,
lívið finni eg í tær.
Jesus lívsins harri!


*4. Mós. 17,8


 

Aftur