Á knæ í bøn og tøkk til tín - 666

666
Á knæ í bøn og tøkk til tín,
sum kennir meg og gerning mín,
eg leiti heim, Guð leið tú meg
og ljósan legg mær heimlands veg.


2. Eg reiki oftast ranga leið,
hin rætta sýntist aldri greið.
Eg geri mangt, best ógjørt var,
úr minni mangan tú ert mær.


3. Tann bøn er ein í brósti mær
at kunna betur tæna tær;
mær hjálp at ganga vegin tín
og ver um ævir Drottin mín.


 

Aftur