Um altíð hvør mín limur - 7

7
Um altíð hvør mín limur
av sangi fyltur var,
um sál og muður fimur
Guðs prís mót himni bar,
ja, sang eg dag og nátt,
ei munti tað at løna
alt, Guð mær gjørdi gott.

2. Als ikki man eg magna
frá míni ungdómstíð
at siga, sum mín lagna
við Guðs hjálp gjørdist blíð.
Ja, eg í stórum má
á góðsku Guðs meg undra
og hans alvísa ráð.

3. Ei lívsins summar blíða
mær altíð vara kann.
Mót vetri kennist líða,
so javnt eg hvítna man;
eg síggi mítt lívstræ
í vøkstri sínum steðga,
mín styrki fer í knæ.

4. Her frá til mína fedra,
eg veit, eg fara skal;
tað lívið er hitt betra,
um her eg livdi væl;
er fyri glaðan gest
enn gott at ferðast víða,
tó heimið royndist best.

5. Lat kirkjulið títt trivna
í góðum kristnum sið,
lat stirdar sálir livna,
gev sundurbrotnum grið!
Og til títt halga hús
lat fjølment okkum leita
í trúnni glað og fús.

6. Lat lívsins keldur flóta,
sum bjargan okkum ber!
Lat fólkið frið tín njóta!
Og meðan tíð øll fer,
lat halgast høgt títt navn,
so faðirin kann taka
sær fjølment lið í favn.

Petter Dass 1700.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 345 a og b.
Aftur