Eg rætti mínar hendur fram - 674
674
Eg rætti mínar hendur fram
sum tómar skálir.
Til okkum kom, gev okkum lív
úr keldu tíni handan sýn.
2. Til okkum øll tú gávur ber
til bót og bata.
Í veikleika, títt valaverk
tó lokkar kvist at spreingja mørk.
3. Vit lyfta hendur upp í loft
og biðja fyri fold,
teim líðandi, tú verji tey
mót hjørtum kaldari enn snjó.
4. Lat spretta bløð og baldursbrá
á naknar hendur.
Lat lív mítt vera grøðiurt,
ið lekir næstans særdu lund.
5. Vit bíða, eftir ilsligt vár:
tín summar-náðitíð.
Um sorg og gleði ávøkst ber
ósjónliga til gagns tað er.
6. Legg tá títt ríka skaparverk
í tómar hendur.
Kom góði, gávumildi Guð
set búgv í míni armu lon.