Nú vakna fuglar í urð og lund - 681

681
Nú vakna fuglar í urð og lund,
teir flúgva av reiðri við songi,
teir prísa Várharra um firðir og sund,
og káttir gleðast við lívið og
ljósið í meingi.


2. Á kirkjutekjuni starin er,
og títlingur letur í garði;
hvør fuglarødd prís upp í himmalin ber;
teir syngja Guðs frið og Guðs lov okkar
skapara kæra.


3.Várharra skilur alt fuglasjóð,
hvørt einasta kykt hann vil eiga,
og ikki hann vrakar tað lovsongsljóð,
ið fátæk og málleysir skapningar
út honum breiða.


4. Tú okkum eisini sært, o, Guð
tú okkara bønir vilt goyma.
tá fuglarnir flagsa av reiðrinum út,
tí hoyrir smábarna prís inn í
himmal tín stroyma.


 

Aftur