Nú faldi eg hug og hendur - 690

690
Nú faldi eg hug og hendur
í tøkk fyri henda dag;
í bøn mín hugsan nú vendir
mót himmalsins stjørnurað.


2. Nú læsi eg dyr og eygu,
ei verðin órógvar so;
ein vin í erva eg eigi,
sum eg sendi longsils boð.


3. Nú vil eg av fullum huga
meg geva heilt í Guðs vald,
trygt sløkki eg kertiloga,
mín Guð er mær ljós og hald.


 

Aftur