Tú, sum gavst ljós milliónum av stjørnum - 691

691       
Tú, sum gavst ljós milliónum av stjørnum,
gev tú í myrkrinum glógvandi trú.
Tú ert várt ljós, og tú varðar og verjir
okkum, so trygt vit til ró leggjast nú.


2. Takk fyri hallandi dagin hin ljósa,
gávu, tú okkum í favn hevur lagt.
Fyrigev okkum alt, vit ikki náddu,
og alt tað ónda, sum gjørt varð og sagt.


3.Takk fyri gleði, sum fylti várt hjarta,
hvørja ferð lívið tú gjørdi til fest.
Pínu og byrðar at bera tú hjálpi,
tú eina veitst, hvat oss tæna man best.


4. Takk fyri tey, sum so væl mundu styðja
okkum, tá leiðin var torfør at gá.
Mótfalnum lat tú í morgin oss hjálpa,
veikum og smáum tá finn tú oss hjá!


5. Tú, sum gavst ljós milliónum av stjørnum,
veraldur myrkur tú herja manst á.
Tú ert tann faðir, sum varðar og verjir,
ljós í tí myrkri, sum oss kemur frá.


 

Aftur