Vit veltu, og vit sáddu - 698

698
Vit veltu, og vit sáddu
í køldu, døkku mold.
Í Harrans hond alt løgdu,
sum skapar lív á fold.
Hann loysti av við kava,
snjóhvíta klæddi jørð,
læt sól á eingir stava
at bloyta stirdan svørð.
Allar góðar gávur
Guð faðir øllum gav,
takk fyri grøði, fong og skurð
við haka, ár og stav’.


2. Tað er Guðs góði vilji,
at markin grøði ber.
Hann klæðir grøs og lilju
og signar góða gerð.
Hann akta regn og bylgja,
hann mettar soltið fæ,
tí trygg vit honum fylgja
og prísa findarglað.
Allar góðar gávur
Guð faðir øllum gav,
takk fyri grøði, fong og skurð
við haka, ár og stav’.


3. Takk fyri gávur allar,
tú okkum gav í ár;
tað fylti løður, hjallar,
sum livnaði í vár.
Vit kunnu aldri gjalda
tær gávur, tú oss ber,
men tak várt hjarta kalda,
so neyðarsligt tað er.
Allar góðar gávur
Guð faðir øllum gav,
takk fyri grøði, fong og skurð
við haka, ár og stav’.


 

Aftur